- Vit eru full av góðum upplivilsum

- Nú fara vit í summarferiu, men vit gleða okkum at byrja aftur seinast í august, ljóðar tað frá Eydnudeildini

Eydnudeild Føroya er eitt hondbóltsfelag fyri børn, sum ikki megna at venja úti í vanligu feløgunum, og tað er systirdeild hjá donsku Lykkeliga. 

Í Danmark, Føroyum og Grønlandi eru 45 lið og umleið 600 spælarar, sum hvørja viku venja hondbólt, og nógv av teimum hittust í gjár í Gigantium í Aalborg til stóra kapping.

Myndin oman fyri er tikin til hátíðarløtuna til síðst, har øll fingu handað gull-heiðursmerki og eitt úttøkubræv til heimsins størsta landslið.

- Vit eru full av góðum upplivilsum, nógvum klemmum og high-fives. Nú fara vit í summarferiu, men vit gleða okkum at byrja aftur seinast í august. Vit vóna sjálvandi, at nýggj børn koma við.

TV2nord var til Lykkecup og gjørdi upptøkur - í byrjanini av brotinum sæst føroyska liðið koma á vøllin, og seinni síggjast fleiri føroyingar á gólvinum eisini.

<iframe src="https://cdnapisec.kaltura.com/p/1956931/sp/195693100/embedIframeJs/uiconf_id/32080471/partner_id/1956931?iframeembed=true&amp;playerId=kaltura_player&amp;entry_id=0_el46ji1t&amp;flashvars[streamerType]=auto" width="640" height="360" allowfullscreen webkitallowfullscreen mozallowfullscreen frameborder="0"></iframe>