Hondboltstos
Tað var sjálvandi ein fegin liðskipari hjá VÍF, sum Sosialurin hitti eftir sigurin á Kyndli, men Ingi Olsen ásannaði tó, at eitt skifti hevði staðið heilt nógv á hjá meistarunum.
- Eg veit ikki ordiliga, hvat tað var. Vit vóru sjálvandi sera uppsettir til dystin. Kanska vóru vit ov spentir, men í øllum førum riggaði yvirhøvur einki fyrstu løtuna. Allir stóðu stillir, eingin arbeiddi fyri hvørjum, og spakuliga kom óttin fyri, at tað óhugsandi fór at henda. Vit leikarar høvdu als ikki roknað hendan sigurin fyri víst, men tað høvdu flestu áskoðararnir, og tí hevði tað verið einki minni enn ein katastrofa, um vit ikki vunnu.
Spurdur, um tað bara var eitt time-out, sum skuldi til, fyri at venda gongdini, sigur Ingi, at tað var tað partvíst.
- Tað gjørdi í hvussu so er, at vit fingu tíð at hugsa okkum um. Vit fingu eisini beinan vegin glið á eftir hetta, og so koyrdi tað bara.
Motivatión
Eftir tapini fyri fyrst Neistanum og síðani StÍF hevur nógv verið tosað um, hvørt vestmenningar nú mundu fáa gummiarmar, soleiðis at alt varð tveitt burtur í evstu løtu. Sjálvur heldur Ingi ikki, at so hevur verið, men hann ásannar tó, at ávísir trupulleikar hava verið.
- Eg veit ikki hví, men vit hava havt stórar trupulleikar av at motivera okkum í ár. Tað
skuldi mann ikki trúð, tá tað hevur verið so javnt, men soleiðis hevur tað onkursvegna verið. Kanska er tað eisini bara tað, at vit eru so friðarligir. Tað er sjálvandi ein vansi, tí eingin er at sparka okkum ígongd, tá tað er tiltrongt, men hinvegin er hetta kanska ein styrki, tá tað gongur ímóti, tí tað skal nógv til, áðrenn panikkur kemur í hjá okkum.
Um kappingarárið heldur liðskiparin hjá VÍF annars, at tað var uppiborið, at VÍF vann.
- Vit hava verið fremstir alt árið, so tað haldi, at vit eiga uppiborið. Eisini hóast tað nú stóð nógv á. Skal eg taka nakra orsøk framum, so haldi eg, at vit hava ein breiðan og sterkan hóp, og at tað fyrst og fremst hevur verið hetta, sum nú hevur tryggjað okkum gullið, sigur Ingi Olsen at enda.