Vit eru framvegis bjartskygd um framtíðina

Hóast bjartskygni hjá okkum blívur við at minka, so síggja føroyingar eftir øllum at døma enn ljóst upp á framtíðina.

 

Treystitalið er 21 sambært seinastu dagføringini hjá Hagstovuni. Hetta er ein minking í mun til í juni, tá treystitalið var 25. Treystitalið er minkað spakuliga, síðani í desembur 16, tá tað var 31.

 

Treytitalið liggur framvegis yvir miðaltalið fyri allar kanningarnar, sum eru gjørdar síðani 2006. Miðaltalið er 18,4.

 

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið er minkað eitt vet, og ein lítil afturgongd sæst í tilfeingisvinnuni, byggivinnuni og handilsvinnuni, meðan vísitølini hjá brúkarunum og tænastuvinnuni er nærum óbroytt.

 

Spurningarnir snúgva seg í stuttum um, hvussu fólk og vinna eru nøgd við sína støðu í løtuni og hvørjar vónir tey hava fyri framtíðina.