Greinin er partur av eini greinarøð:
Vit eru fakfólk
Onki spreingiloyvi
Politi onga fráboðan
Hol á fleiri hús
- Mann dugdi ikki at forútsiga. Tað er eitt rættiliga sermerkt og hart grót á Eiði, og tá mann kemur aðrastaðni frá, so er mann ikki vanur við tað grótið. Og vit løddu tað fyrsta skotið heldur hart ? men ikki harðari enn mann plagar, men harðari til tað grótið. Tað er øgiliga týdningarmikið, at mann býtur merkið í tað, tí tað fer umleið fýra ferðir minni lóður í grótið á Eiði enn aðrastaðni í Føroyum. Grótið á Eiði er so glashart, at tað tolir onki av, sigur Jákup Andrias Hentze frá Hentze Entreprenørum.
Tríggir smásteinar
- Men vit skutu so aftur, og tá var í lagi. Men tað vóru ikki stórvegis skaðar. Eg haldi, at tað vóru einir tríggir smásteinar, sum komu á trý tøk. Og so var tað ein steinur, sum endaði á einum biltaki. Men tað vóru ikki alvorligir skaðar. Tað vóru smáskaðar, sigur Jákup Andrias Hentze.
Ikki vanligan lúður
- Lúður varð brúktur, men vit brúktu kanska ikki tann vanliga lúðurin, sum mann plagar. Vit brúktu eitt lastbilahorn, sum er eitt nógv kraftigari ljóð. Tað stendur ikki fyriskrivað, hvat fyri slag av lúðrum, mann skal brúka. Tað stendur bert skrivað, at mann skal varskógva, sigur Jákup Andrias Hentze.
- Fólk hevur ofta hug at gera tað ógvusligari enn tað er. Nú var eg sjálvur har, og pápi mín var tann, sum sprongdi. Hann hevur sprongt alt sítt lív, og hann hevur ongantíð havt nakrar vanlukkur sum so. Aldrin í lívinum. Hetta er fyrstu ferð. Hann er 67 ár, sigur Jákup Andrias Hentze.
Vit eru fakfólk
- Hatta er eitt hendiligt óhapp. Eg veit um onkrar, sum ? nú skal eg ikki fara at hanga nakran út ? men tað hava onkrir, sum ikki kenna til hatta grótið, verið og sprongt har fyrr. Og tað hevur verið nógv ógvusligari. Tað fekk eg at vita aftaná. Vit eru fakfólk, men tað kundi verðið nógv verri, um tað ikki vóru fakfólk. Men teir, sum hava gjørt skaðar har fyrr, eru eisini menn, sum hava sprongt í fleiri Harrans ár og hava dugað væl at sprongt. Teir vistu bara ikki av, at teir kundu koma út fyri slíkum. Tað er eitt sindur forkunnugt grót, sigur Jákup Andrias Hentze frá Hentze Entreprenørum.










