Undir hesari yvirskriftini fer LGBT Føroyar, sum er rørslan fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar, í dag undir eitt átak fyri at varpa ljós á hesar samfelagsbólkar.
Samkynd, tvíkynd og transpersónar hava verið ein ósjónligur partur av føroyska samfelagnum, men nú fer rørslan hjá teimun, LGBT Føroyar, at varpa ljós á hesar bólkar í føroyska samfelagnum.
Átakið byrjar í dag, og fer at gera vart við, at tað í Føroyum finnast nógv samkynd, tvíkynd og transpersónar.
- Tað skal ikki longur bera til at siga, at samkynd, tvíkynd og transpersónar ikki finnast í Føroyum. Vit eru føroyingar, og vit fara ongan veg, sigur Bjarni Lisberg, talsmaður fyri rørsluna.
Ein partur av átakinum eru Lýsingar, sum verða at síggja í flestu føroysku miðlum í dag. Teym ið taka lut í lýsingunum, eru øll samkyndir, tvíkyndir ella transseksuellir føroyingar.
Samstundis sum átakið fer í gongd, verður heimasíðan hjá LGBT Føroyar almannakunngjørd, har tað millum annað ber til at fáa ráðgeving um tað at vera samkyndur, tvíkyndur ella transpersónur. Eisini ber til hjá avvarðandi og øðrum at fáa ráðgeving.
Bjarni Lisberg leggur afturat, at vit vilja vísa føroyingum, at vit eru til, at vit eru næsti tín, at vit taka lut í samfelagnum og at vit eru eisini til gangs fyri allar Føroyar. Vit vóna, at hetta átakið fer at gera okkum sjónligari, og samstundis kunna og upplýsa føroyingar um okkum sum ein gevandi og vælvirkandi minnilutabólk.