- Vit eru errin av okkara fyritøku

Umframt at selja sína framleiðslu í Føroyum, hevur Kemilux eisini ein veksandi marknað uttanlands, har føroysku vørurnar vera seldar í fleiri londum.

 

 

Kemilux, sum longu í 1965 byrjaði at framleiða sápu og reingerðarevni til ídnað og húsarhald, hevði longu í byrjanini fiskiídnaðin sum sín høvuðsmarknað, og reingerðarevni eru framvegis kjarnin í framleiðsluvirkseminum hjá fyritøkuni í Mykinesgøtu í Havn.

Debes Petersen er stjóri og høvuðseigari í fyritøkuni, og hann sigur, at Kemilux er í menning alla tíðina. - Vit eru tilsamans 23 fólk í fyritøkuni, nøkulunda javnt býtt millum kynini.

Hann sigur, at umframt, at Kemilux er framleiðari, er fyritøkan eisini veitari av ymiskari útgerð til reingerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðum. - Vit eru soleiðis ein fjølbroytt fyritøka, sum fevnir breitt, sigur stjórin.

Kemilux framleiðir eisini flestu dunkar til egna framleiðslu. - Vit arbeiða eisini við endurnýtsluloysnum, sum miðja eftir, at dunkar hjá okkum kunnu endurfyllast, men her eru vit ikki komin á mál, sigur Debes Petersen.

Á heimasíðuni hjá Kemilux dylja tey ikki fyri, at tey eru errin av sínari framleiðslu og virksemi annars. - Jú, vit eru sera errin av, at vit, sum føroysk fyritøka framvegis eftir meiri enn hálvari øld megna at framleiða reingerðarevni, bæði til føroyska og útlendska marknaðin. 

Í vinnublaðnum, sum er í Sosialinum í dag, er ein størri samrøða og frásøgn um framleiðsluvirkið, Kemilux, sum umframt at selja sína framleiðslu í Føroyum, eisini hevur ein veksandi marknað uttan fyri landoddarnar.

##med2##