Tað er gleðiligt, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt at víðka høllina i skúlanum á Argjahamri, so at hon fær støddina av eini ítróttarhøll. Nú skal býráðið bara samtykkja málið
Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð mælir til at víðka fimleikahøllina i Skúlanum á Argjahamri, so at høllin í roynd og veru verður eins stór og ein ítróttarhøll. Eisini hevur nevndin samtykt at byggja upp í høllina á Hálsi, so at ein dupulthøll verður har.
Eg vóni, at eitt samt býráð tekur undir við tilmælinum hjá mentamálanevndini.
Hølistrupulleikarnir hjá ítróttinum í Tórshavnar kommunu hava leingi verið á dagsskrá, og tí gjørdi eg vart við hesi viðurskifti fyrr í ár. Tað gleðir meg, at verulig stig nú verða tikin ítróttinum at frama.
Tørvur er á einari høll á Argjum, har m.a. nýtt ítróttarfelag, ÍA, varð stovnað fyri nøkrum árum síðani.
Næsta stigið eigur at vera, at býráðið ger eina miðvísa ætlan at víðka hallarfermetrarnar, sum ítrótturin í høvuðsstaðnum hevur stóran tørv á. Í einari miðvísari ætlan fyri ítróttarhallir eigur at verða greinað nærri, hvussu komandi hallir í høvuðsstaðnum verða best staðsettar bæði landafrøðiliga og í mun til fólkatalið.
Bogi Andreasen, býráðslimur