– Fortreytin fyri at ein fyritøka kann verða 100 ár, er, at hon alla tíðina hevur eina vøru, sum eftirspurningur er eftir - og at hon alla tíðina dugir at fylgja við tíðini.
Tað sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, sum fylti 100 ár í gjár. Hann sigur, at sostatt er sparikassin í einum heilt serligum selskapi, tí tað eru ikki nógvar fyritøkur, sum verða 100. Og sparikassin hevur tað gott í dag, sigur hann.
Í sambandi við føðingardagin er hátíðardámur í sparikassanum, og leygardagin verður stórt føðingardagshald í Klaksvík, har øll eru vælkomin.
Í KÍ høllini verður føðingardagur fyri tey vaksnu, og í Badmintonhøllini verður føðingardagur fyri børnini. Nøkur av teimum, sum fara at seta sín dám á føðingardagin, eru Lars Løkke Ramussen og sjónvarpsverturin, Anders Lund Madsen, sum fara at práta saman.
Tónleikinum, og undirhaldinum annars, standa Teitur Lassen, Eivør, Hallur Joensen, Bubu, Kular Røtur og Maria á Lakjuni, fyri.
Eini 50 fólk starvast í Norðoya Sparikassa, tey flestu eru á høvuðsdeildini hjá sparikassanum í Klaksvík, og hini á deildunum í Fuglafirði og í Havn.
Mett verður, at Norðoya Sparikassi eigur eini 13 prosent av føroyska marknaðinum, men í Norðoyggjum, har sparikassin hevur sín uppruna og høvuðssæti, er marknaðarparturin munandi størri – úti við helvtin.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran greiða frá um sparikassan, um framtíðarútlitini og um føðingardagshaldið leygardagin.