Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, er partur av samgonguni, sum hevur atkvøtt broytingarnar í hjúnabandslógini ígjøgnum og hevur gjørt semju um nýskipan av fiskivinnuni.
- Eg upplivi tað, sum hendir, sum avbjóðandi og stak spennandi um somu leið. Vit eru mitt í einari broytingartíð, har vit førka okkum frá tí forútsigiliga til eitt meira opið, góðtakandi og skapandi samfelag, har øll ikki liva innanfyri somu siðbundnu vælkendu karmar. Bæði í mun til arbeiði og heimalív, sigur Bjørt Samuelsen við Sosialin í dag.
Í VikuskiftisSosialinum í dag kanst tú lesa meira um rembingarnar í føroyskum politikki.