»Vit eru ein styrki í Europa«

Jamie Carragher, ið spældi sín dyst nummar 100 í europeiskum høpi, vil vera við, at Liverpool enn eina ferð vístu teirra Europeisku megi, tá teir sigraðu í Milano í Champions League

Fyri tólvtu ferð í søgu felagsins hevur Liverpool megnað at spælt seg til fjórðingsfinalurnar í Champions League, og tað gjørdu teir við einum samanlagdum sigri áljóðandi 3-0 móti formsterkasta liðnum í øllum Europa, Inter Milan.


- Vit hava vunnið móti kanska besta liðnum í Europa í løtuni. Teir hava bert tapt ein dyst í heimligu kappingini, og liggja langt fremstir, fortaldi Jamie Carragher millum annað fyri Sky Sports. – Vit vistu, at um vit megnaðu at halda málið reint, so komu vit víðari, og tað megnaðu vit. At vit so eisini skora, tað ger bara sigurin enn søtari. Vit vístu neyðuga treisknið, og tað fekk okkum víðari í kappingini, sigur Carragher, ið spældi sum høgri bakkur í dystinum í Milano í gjárkvøldið.


Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard vildi leggja afturat orðum Carraghers, at – Eg vil ikki siga at sigurin var tryggur fyrr enn útvísingina.

- Tað var ein góður dystur at halda málið reint í, og at vit megnaðu at skora eisini, fer at geva okkum eina rúgvu av dirvi og áræði.

- Vit vistu, at teir ikki fóru at spæla við vongspæli, so tað var týdningarmikið hjá mær at hjálpa Javier (Mascherano – blaðm.). Saman umtikið haldi eg at vit høvdu tamarhald á støðuni, og høvdu uppiborið at koma víðari, sigur Steven Gerrard, somuleiðis fyri Sky Sports.