– Vit eru bjartskygd

– Vit arbeiða, sum um tað verður festivalur, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! festivalinum

Fyrireikingarnar til ársins G! festival eru í gongd, og fyriskipararnir vóna, at tað umstøðurnar loyva teimum at halda ein so vanligan festival sum møguligt. Festivalurin verður tí eftir ætlan 15. - 17. juli.

– Vit arbeiða, sum um tað verður festivalur. Vit hava kunngjørt 25 nøvn og fara at kunngera fleiri komandi tíðina. Tað gongur væl í Føroyum, so vit vóna veruliga, at tað fer at bera til at hava festival í ár, sigur stjórin Sigvør Laksá og vísir á, at sambært myndugleikunum eru føroyingar, ið ynskja at verða koppsettir, liðugt koppsettir um tað mundið, tá G! verður.

– Kanningar benda eisini á, at korona stórt sæð smittar uttandura, og vit hava sum er onki korona. Eg haldi, vit hava grund til at vera bjartskygd! sigur hon. 

Nógvar avgerðir skulu takast komandi vikurnar, og fyriskipararnir skulu fundast við myndugleikarnar um, hvat og hvussu. 1. mai skulu tónleikarar og festivalgestir fáa endalig boð um, hvussu verður við ársins festivali.

(GG: Hendan greinin bleiv skrivað, áðrenn 1 nýggjur koronutilburður varð staðfestur í gjár)