Vit eru betri enn Ísland

 

Sambært nýggjasta styrkilistanum hjá FIFA er føroyska fótbóltslandsliðið betri enn íslendska landsliðið. Sigurin á Estlandi hevur lyft Føroyar 22 pláss upp eftir listanum, har vit nú eru nummar 114, ájøvn í stigum við Wales.

 

Hjá íslendsku vinunum fyri norðan hevur gingið minni væl seinastu tíðina. Fyri einum ári síðani lógu íslendingar nummar 79 á hesum sama lista, men ein javnleikur og fýra tap í fimm dystum í EM-undankappingini geva ikki nógv stig á styrkilistanum hjá FIFA.

Tískil er liðið rapað aftur eftir og er nú nummar 122, sum er ringasta støðan hjá Íslandi á hesum lista nakrantíð.