(Belfort, Frakland): Atli Danielsen fekk nýggjan leiklut á landsliðnum, tá ið hann varð fluttur úr miðverjuni og út á bakkin leygardagin.
- Eg haldi, at tað gekk væl. Litavar megnaðu sjáldan at spæla okkum tunnar í verjupartinum, og móti dystarenda sást eisini, at teir settu ein stóran áleypara inn, soleiðis at teir ístaðin kundu senda langar bóltar móti brotsteiginum. Og tað er væl eitt tekin um, at vit røktu okkara skyldur væl.
Og setningurin um at røkja verjupartin verður væl eisini tað, sum verður ovast á skránni mikukvøldið?
- Tað er nokk einki at ivast i. Hetta er jú avgjørda heimselitan, sum vit skulu dystast við, og á pappírinum mugu vit nokk staðfesta, at vit hava ongan kjans. Hinvegin, so eru vit 11 móti 11, so vit ætla at gera okkara besta. Og so mugu vit bara vita, hvussu langt tað røkkur, heldur Atli.
- Tað var ótrúliga gott fyri okkum, at liðið í felag reistist somikið væl, sum vit gjørdu leygardagin. Sjálvandi verður uppgávan mikukvøldið nakað væl truplari, men byggja vit víðari á tað, sum vit sýndu leygardagin, so kann úrtøkan gerast heilt hampulig.
Ágangurin móti tykkum og venjarunum var stórur eftir stórtapini fyri Georgia og Skotlandi. Var hetta eisini nakað, sum merkti lagið í hópinum?
- Sjálvandi merkti tað lagið. Men tíbetur megnaðu vit at nýta hetta positivt á tann hátt, at hópurin stóð sum ein maður. Vit vildu allir, at hetta skuldi vaskast av okkum, og tað haldi eg tíbetur, at vit megnaðu leygardagin.