Hóast heilt fá veruliga trúgva, at fríggjadagur 13. er verri enn nakar annar dagur, so er tað sambært Eyðuni Andreassen púra náttúrligt, at vit halda ein tílíkan dag.
- Menniskjan dámar væl at gera nakað serligt burturúr, og tí hava vit valt okkum hepnar og óhepnar dagar. Tað er ein háttur at halda stýr á lívinum. Tí meti eg ikki, at fólk enn fara at sleppa hugsanini við fríggjadegi og talinum 13, men hetta verður meira undirhald enn verulig pátrúgv.