- Vit eiga ikki at útnytta støðuna

- Vit kendu væl støðuna frammanundan, og vit vistu, at tað ikki var rætt av okkum at útnytta støðuna millum Russland øðrumegin og ES og Norra hinumegin, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

- Vit kendu væl støðuna frammanundan, og vit vistu, at tað ikki var rætt av okkum at útnytta støðuna millum Russland øðrumegin og ES og Norra hinumegin, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður. 

 

Edmund Joensen sigur í stuttari viðmerking við in.fo í dag, at føroyskir myndugleikar vóru fullgreiðir yvir hvussu hendan støðan hekk saman. 

 

Danski uttanríkisráðharrin hevur sagt við danskar miðlar, at hann heldur, at føroyingar eru vitandi um, at ES væntar, at eingin útnyttar íkomnu støðuna til sín egna fyrimun. 

 

- Tað er eingin ivi um, at vit vistu frammanundan hvussu hetta stríðið hekk saman, og hvat ES væntaði av okkum, sigur Edmund Joensen. 

 

Hann vil ikki siga meira um málið í dag, men undirstrikar, at kritikkurin úr Danmark helst ikki kemur óvart á. 

 

- Vit vistu, at vit ikki skuldu útnytta støðuna, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.