Vit eiga fantastisk listafólk

Eg eri takksom, at Norðlýsið við lista yvir Topp 20 minnir meg á hvussu nógv fantastisk listafólk, vit eiga í Føroyum.

- Í grundini eri eg takksom, at Norðlýsið við sínum lista yvir Topp 20 móttakarar av mentanarstarvsløn minnir meg á hvussu nógv fantastisk listafólk, vit eiga í Føroyum.

 

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen. listaummælari, í grein nummar sjey hesa vikuna, har hon heiðrar teimum listafólkum, ið hava fingið stuðul hesaferð frá Mentanargrunni Landsins. Hetta ger hon á listaportal.com.

 

 

Orsøkin er ein grein í Norðlýsinum, har ein topp 20 listi er kunngjørdur yvir móttakarar av starvslønum, og hvar hesi búgva í landinum.

 

 

- Eg fari komandi tjúgu dagarnar at varpa ljós á verk hjá listafólkunum á einum Topp 20 lista í Norðlýsinum yvir móttakarar av mentanarstarvslønum. Soleiðis skrivar Kinna Poulsen í fyrstu greinini.

 

 

Hevur ein hug at lesa um list og lesa greinarnar á listaportal.com um listafólkini, ið hava fingið almennan stuðul, so er  at leita sær á www.listaportal.com. Har skrivar Kinna Poulsen um listafólkini og avrik teirra.