Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevnd løgtingsins heldur, at vit eiga at umhugsa at skifta donsku krónuna um við evruna
Í Danmark tykist meiriluti vera fyri at skifta donsku krónuna um við evruna. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri hevur latið upp fyri møguleikanum um atkvøðugreiðslu um at nýta evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri donsku krónuna.
Í hesum sambandi eiga vit eisini at umhugsa, at Føroyar tekur evruna sum gjaldoyra.
- Fyri stabilitetin í samfelagnum er umráðandi hava sterkt gjaldoyra, tað hevur fíggjarkreppan seinasta vikurnar prógvað, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.
Rentan fyri evruna er 1,75% minni enn fyri donsku krónuna. Fyri eitt vanligt húsarhald, sum hevur tikið tvær milliaónir í sethúsaláni, svarar hettar til 2000 krónur minni í rentuútreiðslum um mánaðin eftir rentustuðul. Landskassin hevði tískil eisini goldið munandi minni í rentustuðli, umframt at rentubyrðan hjá vinnulívinum eisini hevði veri minni, heldur hann.