Fólk eru tvingað við lóg at fáa sína løn ígjøgnum bankarnar – og tað taka teir seg so ríkiliga betaltar fyri, helt Høgni Hoydal. Hann segði, at hevði tað verið Løgtingið, sum legði so nógv avgjøld á fólk, sum bankarnir gera, hevði tað verið uppreistur. Avgjøldini verða løgd á somu løntakara, sum hava bjargað bankunum hvørja einastu ferð, teir eru komnir í kreppu og hava rindað alt gildið fyri bankarnar. Men nú skulu hesi somu fólk rinda alsamt meiri í avgjøldum, samstundis sum at húsaprísirnir fara til himmals.
– Bankarnir eru so frekir, at fólk hava ilt við at trúgva tí heldur Høgni Hoydal og nú skulu fólk enntá rinda negativa rentu av tí, tey hava spart til pensjón. Samstundis hava núverandi flokkarnir í samgonguni eisini latið netbankan fara á útlendskar hendur, so hvørja ferð, ein føroyingur ger eina flyting í bankanum, fáa amerikanarar at ómaksgjald.
Nú bankarnir aftur hava hækkað ómaksgjøldini, eru fakfeløgini farin at rakna við og hava umrøtt møguleikan at stovna ein fakfelagsbanka.
Og Høgni Hoydal sigur, at sjálvandi eigur Løgtingið at stuðla teimum í tí at stovna ein banka, sum ikki hevur sum fremsta endamál at hava so stórt avlop sum gjørlig til ríkar spekulantar. Hann heldur, at Løgtingið eigur at vera við til at stovna ein slíkan banka, sum hevur til endamáls at veita øllum kring landið eina nøktandi tænastu, uttan at drukna tey í avgjøldum.
Í hesum sambandi vísir hann á, at nú er tað so dýrt at seta búgv, at tað er ómøguligt hjá vanligum fólki. Og tey, sum seta búgv, eru stavnsbundin til bankan alt lívið, og tí er tað neyðugt hjá politiska myndugleikanum, at geva fólki aðrar møguleikar.
– Men tá ið kassarnir eru tómar, er tað hundrað prosent, at tað verður tað vanliga fólki, sum stendur eftir við uppvaskinum, segði Høgni Hoydal.











