- Vit mugu royna ikki at missa bóltin ov skjótt. Tað kann gerast rættiliga møðsamt at renna aftaná heimsstjørnum allatíð.
Sigfríður Clementsen skal hóskvøldið leiða EB/Streym inn í størstu avbjóðingina hjá einum føroyskum fótbóltsfelagi nakrantíð. Tætti og stundum órakaði havnarmaðurin tykist á ongan hátt ræddur av ógjørligu uppgávuni. Hann fjalir ikki veruleikin, og er fullgreiður yvir, at sundalagsmenn ikki fara at fáa stórvegis ávirkan á úrslitið.
Eiga at tapa
Micah Richards, Martin Petrov og Darius Vassel verða millum forkunnugu gestirnir á Tórsvølli í annaðkvøld. Tað er ímóti øllum logikki at hugsa sær, at lítla og føroyska EB/Streymur fer at koppa enska stórfelagnum í Premier League.
Men Sigfríður Clementsen, hvat er eitt nøktandi úrslit ímóti mæta Manchester City?
- Tað er torført at siga. Ein javnleikur hevði verið eitt ótrúligt úrslit, men at tapa við fýra málum er eisini í lagi. Hugsa vit um støddina á feløgunum, so eiga vit tapa. Men sjálvandi, vit fara ikki inn á Tórsvøll við tí fyri eyga. Tað kennist sum í hópinum, at allir vilja stríðast fyri hesum her, so vit eru klárir, sigur Sigfríður Clementsen.
City avgerð gongdina
Tað verður helst í verjupartinum, at EB/Streymur skulu verða serliga ansnir. Hóast útgangsstøðið kanska verður heldur verjukent, so verður talan ikki um at broyta uppstilling. Sigfríður Clementsen og EB/Streymur ætla at spæla við tær løturnar, gestirnir geva teimum loyvið til tess.
Tí er torført hjá venjaranum at hava nakað greitt upplegg til dystin.
- Tað verður ikki upp til okkara. Ætlar Manchester City at leypa á, so verða vit verjukendir. Taka teir tað eitt sindur av løttum, so møguliga vit sleppa at spæla við í løtum. Uttan mun til tað, so verður uppgávan sera torført. Mark Hughes er nýggjur í venjarastarvinum, og leikararnir vilja prógva seg til Premier League. Eg vænti, at teir verða sera ágangandi í framrættaða spælinum og avgerða tað í Føroyum, so teir kunnu hugsa um heimligu kappingina beinanvegin. Men nú fáa vit at síggja, sigur ein spentur Sigfríður Clementsen.
Mikkjal Thomassen skifti í vetur til EB/Streym, og ætlanin var, at tit skulu fáa gagn av hansara royndum. Er tað ikki sera harmuligt, at hann ikki verður við í annaðkvøld?
- Jú, sjálvsagt. Vit hava heldur ikki Høgna Zachariasen og Sorin Anghel tøkar. Men tað hjálpir ikki at hugsa um tað. Vit stríðast við tí liðnum, sum vit hava nú, sigur havnarmaðurin í Sundalagnum.
Hagtølini eru í øllum førum við EB/Streymi. Venjaratoymið Sigfríður Clementsen og Magni Mohr hevur hvørjaferð vunnið seg úr fyrsta umfari í Evropa. Hetta var við B36 í 2005 og 2006. Har til eru EB/Streymur eisini ósigraðir á heimavølli í altjóða fótbólti. Spurningurin er tí, um Manchester City fer at leggja bein fyri flottu hagtølunum....