- Vit eiga at lurta betri og tosa virðiligari

- Vit eiga at duga betri at skilja hvønn annan og at seta okkum inn í umstøðurnar hjá hvørjum øðrum, sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.

- Størsti veikleikin við demokratinum er vantandi virðingin fyri hvørjum øðrum - tað at royna at skilja hvønn annan betri í teirri støðu, tú ert í. Vit eiga at duga betri at lurta og tosa við hvønn annan.

 

Tað sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, nú fólkafundurin í Runavík stundar til. Løgmaður heldur kortini, at Føroyar hava eitt rótfest og knallsterkt demokrati, sum hann tekur til.

 

Tá løgmaður verður spurdur, hvør styrkin og veikleikin eru við føroyska fólkaræðinum, hevur hann fyrst hug at nerta við nakrar veikleikar, soleiðis sum hann upplivir tað.

 

- Eg haldi, at føroyingar í størri mun eiga at virða tað, sum hvør einstakur okkara ger, og vit eiga eisini at læra okkum at seta okkum betri inn í umstøðurnar hjá hvørjum øðrum.

 

Løgmaður heldur, at virðingin fyri hvørjum øðrum er ov lítil - og at mál, sum eru frammi, ikki altíð verða viðfarin við nóg stórari virðing.

 

- Vit eiga at duga betri at lurta og tosa við hvønn annan, og vit eiga at duga betri at skilja hvønn annan og at seta okkum inn í umstøðurnar hjá hvørjum øðrum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at tað liggur ein stór ábyrgd á okkum sum fólk og tjóð, bæði á politisku skipanini, men eisini á fjølmiðlunum, eins og á øllum teimum, ið sita við ábyrgd og hjá borgarunum øllum.

 

- Eg haldi, at nógv mál verða gjørd ov persónlig, og tú sært ov lítið til samanhangin og heildarmyndina aftanfyri einstaka málið.

 

Løgmaður sigur seg onga løtu ivast í, at allir føroyingar vilja tað besta fyri land og fólk og royna sum best fyri at geva sítt íkast.

 

- Eg havi ongantíð møtt nøkrum, sum ikki vil tað besta, men tað er ikki altíð, at tú sum politikari upplivir hetta soleiðis, staðfestir hann.

 

Eins og tað liggur ein stór ábyrgd á politisku skipanini, heldur løgmaður, at tað eisini liggur ein velduga stór ábyrgd á fjølmiðlunum.

 

- Eg trúgvi, at tað er fíggjarliga orkan hjá miðlunum, sum haltar, og at stundir tí ikki altíð eru at gera arbeiði til lítar.

 

Hann heldur, at hevði fíggjarliga orkan verið størri, hevði bakgrundsarbeiði eisini verið betri, og søgurnar soleiðis eisini verið meira objektivar.

 

Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at Føroyar hava eitt aldargamalt og knallsterkt demokrati, sum hann tekur til.

 

- Vit hava eitt virðiligt løgting og landsstýri, og vit hava kommunur, sum arbeiða undir ábyrgd. Vit hava feløg, samtøk og ymiskar skipanir, sum flestu byggja á fólkaræði.

 

Tí er tað eisini hansara meting, at meinigi borgarin í flestu førum kennur seg nær teimum skipanum, ið eru. Haraftrat hava vit miðlarnar - tó at teir gjarna skuldu staðið fíggjarliga sterkari - sum á sín hátt eru á varðhaldi.

 

Løgmaður leggur dent á, at fólkaræði er ein stór ábyrgd, og vit mugu øll gera okkara fyri, at grundfesta fólkaræðið í okkara samfelag ikki viknar.

 

- Eg føli tað soleiðis, at stór virðing liggur í løgmansæmbætinum og álitisstarvinum sum løgtingsformaður - líka mikið, hvør situr í hesum størvum og við teirri ábyrgd, sum liggur í hesum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.