- Í Føroyum eru umleið 2000 færri kvinnur enn menn, me?an lutfallið millum føroyingar í Danmark er júst øvugt. Men vit vita einki um, hví so er, sigur Annita á Fríðriksmørk. Annita á Fríðriksmørk tók eisini orðið á flokstinginum farna vikuskiftið.
Serliga stóran dent legði hon á umstøðurnar hjá einligum uppihaldarum.
- Vit vita, at nógvir einligir uppihaldarar flyta til Danmarkar, men vit vita ikki hví. Tað kann vera, at fleiri teirra fara til Danmarkar at lesa. Men vit eiga at leggja dent á gransking á hesum øki, sigur Annita.
Í Føroyum búgva 2000 fleiri menn enn kvinnur, men heldur ikki á hesum øki vita vit, hví so er. Talið á føroyingum, sum búgva niðri í Danmark er beint øvugt, har finnast smáar 2000 fleiri kvinnur enn menn.
Men tað eru so nógv øki, har vit áttu at farið undir eina miðvísa gransking, fyri at finna útav, hví viðurskiftini eru sum tey eru, tá tað um kvinnur ræður. Vit vita til dømis, at kvinnurnar forvinna ein triðing av øllum inntøkum í landinum og menn tveir. Men vit vita einki um, hví lutfallið er soleiðis, sigur Annita.
Hon vísir eisini á, at kvinnur í nógvum førum verða valdar frá í Føroyum.
- Eg kann nevna eitt dømi, har landsstýrið fyri tíð síðani skuldi velja 30 umboð í nevndir hjá almennum partafeløgum. Teir valdu 30 menn og onga kvinnu, sigur tingkvinna Tjóðveldisfloksins.
Hon heldur eisini, at formella orðingin »maður«, er ivasom.
- Vit kunnu nevna orðini tingmaður, løgmaður, landsstýrismaður og Løgtingsins Umboðsmaður. Sagt verður, at orðið maður er galdandi fyri bæði kvinnu og mann ? og so sleppa vit allernådigst at eita neytakona ella vaskikona; flakakona gongur eisini, sigur Annita á Fríðriksmørk.










