Vit eiga at fáa eina nýggja lóg um fosturtøku - tá ið tíðin er búgvin

Men endamálið lógini um at verja barnið, er gagnligt, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum

 

 

##med2##

 

– Vit eiga at fáa eina nýggja lóg um fosturtøku. Tað heldur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Men hann leggur afturat, at tað skal gerast tá ið tíðin er búgvin til tað. Nær tíðin er búgvin til tað, dugir hann ikki at siga. Men hann ger í hvussu so er greitt, at tað verður ikki í hesum valskeiðnum, at lógin verður broytt. Løgtingsval verður í seinasta lagið um eitt ár og hann sigur, at tað verður ikki nú, at sjøtul verður settur á tað.

 

DR skrivaði um vikuskiftið, at hóast lógin ikki verður broytt nú, kunnu vit seta hol á kjakið og hann heldur at tað hevði verið eitt framstig. Men við okkum sigur hann, at tað er heldur ikki nakað, hann fer at taka upp beint nú, tí eisini tað skal gerast, tá ið tíðin er røtt til tað.

 

Hann vil ikki siga hvønn veg ein nýggj fosturtøku lóg skal ganga um hon skal vera linari ella strangari enn núverandi lóg. Men hann heldur, at andin í núverandi lóg um at verja barnið, er gagnlig og hóast lógin verður broytt, kann tað endamálið verða varðveitt. Tá ið hann tosar um at broyta lógina, hugsar hann líka nógv um at broyta hugtøk, orðingar og vendingar, sum ikki hoyra nútíðini til.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá sínum sjónarmiðjum um eina nýggja fosturtøkulóg