Vit eiga at bíða eftir eini heildarloysn

Tað er betri enn at seta eina illa umhugsaðar loysn í verk, heldur Pauli Trónd Petersen

Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at geva kommununum loyvi til at hækka botndrádráttin í skattinum og í tí sambandi brúktu bæði Jørgen Niclasen, og aðrir løgtingslimir, eitt sindur av tíð upp á at provokera teir báðar borgarstjórarnar í Løgtinginum.

 

Tað kanst tú lesa meiri um HER

 

 

Pauli Trónd Petersen læt sær ikki siga, men fór á tingsins røðarapall at verja sína støðu. Og hann heldur, at tað er skeivt at taka botnfrádráttin sum eitt mál fyri seg sjálvt, tí ein skattanevnd hevur nýliga latið eitt álit frá sær um, hvussu okkara skattaskipan skal vera í framtíðini.

 

Nevndin hevur eisini nøkur uppskot um, hvussu kommunurnar skulu krevja kommunuskatt inn og í løtuni eru samráðingar um, hvussu kommunur skulu krevja skatt inn.

 

Og tá ið tað arbeiðið er liðugt, fáa vit greiði á, hvørja skattaskipan Landið og kommunurnar, skulu hava, Tað er tað skeivt at taka eini einstøk viðurskifti burtur úr, tí skattaskipanin skal verða ein heildarloysn, ístaðin fyri eina illa umhugsaða loysn her og eina aðra har, sigur Pauli Trónd Petersen.

 

Og Pauli Trónd Petersen, vísir á, at tað eru ymsir møguleikar, ein er at lækka skattin av lønum, og at leggja onkur tænatugjøld á hús, eitt nú fyri vatn og kloakk, o.s.fr. Pauli Trónd Petersen heldur, at tað kann vera ein gongd leið.

 

Tað hevur mangan verið nevnt sum ein trupulleiki, at fólk hava summarhús ymsastaðni, uttan at rinda nakað sum helst til kommununa, summarhúsið er í, hóast tey bæði fáa vatn, kloakk, og aðrar tænastur, Men verður eitt tænastugjald lagt á, skulu fólk eisini rinda fyri hesi summarhúsini.

 

Úrslitið av øllum var, at ongin avgerð fall í dag, tí málið varð beint aftur í Fíggjarnevndini, og Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, segði, at har fara tey at vita um tað ikki ber til at finna eina semju.

 

Í hesum sambandi heitti Jørgen Niclasen á forkvinnuna um at fáa eina skrivliga  viðmerking frá hvørjari einstakari kommunu, har tær søgdu sína hugsan um at tær sjálvar fáa heimild til at áseta botnfrádráttin.