Um vit takað eitt dømi frá veruleikanum, so kunnu vit hyggja at hvussu børn í 3 flokki verða undirvíst í føroyskari og danskari lesing. Dømi er frá veruleikanum. Talen er um eitt gentu barn við lesi trupulleikum og pensum í føroyskum er ein lesibók frá 1978. Søgurnar í bókini eru óiva góðar og ógvuliga relevantar – serliga fyri børn, ið vóru um 9 ára aldur frá 1920-60. Yvirskriftirnar eru m.a. hesar:
Fyrsti túrurin til sjós
Roktúrur á Eysturlandinum
Sildarok eystanfyri
At dyrgja við abba
Ikki er ringt at skilja, at hetta fyri eitt gentubarn anno 2007, er rættuliga óskiljandi – og hugtøkini í søgunum siga barninum als einki. – Men fyri lesiveik børn hevur fólkaskúlin eina loysn. Loysnin er í fyrstu atløgu einføld; nevniliga bókin – Lyklarholi – frá 1963. Um nú barni eisini her hevur trupulleikar so royna vit eina aðra og uppaftur betur loysn, nevniliga – Pisubókina – . Henda er frá frá 1958 og er óivað eitt kært minni hjá bæði ommu og abba.
Tað var fjáltur á foreldrinum tá danskt skuldi lesast; tí var føroykst trupult so mátti fara at ganga av skriðuni við donskum. Men trúgv tí ella ei, nú dugdu barni knappliga at lesa!!!
Hví? Kanska tí lesibókin var frá 1988 og viðgjørdi evni sum hóast alt í ein ávísan mun fangaðu barnsins áhuga.
Kanska er tað bara eitt lítið sindur av nærlagni frá skúlaverkinum sum manglar fyri at vit fara at klára okkum betur í Pisa á næsta sinni.










