Liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, var alt annað enn nøgdur við avrikið hjá liði sínum sunnudagin. Rúni helt talan verða um ein vánaligan dyst, har HB ongantíð fekk spælið hjá sær at koyra. Liðskiparin hjá havnarliðnum helt, at hvørki hann sjálvur ella nakar av liðfeløgum hansara kann verða nøgdur við avrikið hjá sær sunnudagin. Vit dugdu als ikki at gagnnýta, at vit vóru ein mann meiri stóran part av dystin, segði hann eftir dystin.
Rúni ásannaði eisini, at taktikkurin hjá HB við at fáa bakkarnar at spæla bóltarnar niðan eftir síðunum til vengirnar, miseydnaðist fullkomiliga, millum annað tí at menn nýttu alt ov nógvar berøringar, áðrenn teir spældu bóltin víðari. Rúni Nolsøe heldur, at higartil í ár hevur tað gingið hampuligt hjá HB í Gundadali, meðan tað hevur gingið illa á útivølli, og tað má venda, tí skulu teir endurvinna meistaraheitið, er neyðugt eisini at vinna dystir á útivølli, sigur HB-liðskiparin.