Føroyingar eru vorðnir betri at duga sær hógv í ferðsluni. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landsverki, sum skrásetur øll ferðsluóhapp, sum løgreglan fær fráboðað. Í 2009 vóru heili 10 prosent færri ferðsluóhapp skrásett enn árini frammanundan.
Tilsamans vóru 867 ferðsluóhapp óhapp skrásett ? 250 av teimum á landsvegum og 617 á kommunalum vegum.
Í 2003 og 2006 var ein vøkstur í ferðsluóhappum í mun til árið fyri, annars hevur talið á óhappum verið minkandi síðani í 2000. Seinast í 80unum vóru umleið dupult so nógv ferðsluóhapp skrásett í mun til í dag. Tá vóru tað omanfyri 2000 um árið, meðan talið í 2009 var um 900.
Seinastu nógvu árini er samlaða ferðslan vaksin nøkur prosent um árið, men frá 2007 til 2008 var vøksturin bara 1 prosent, og í 2009 er ferðslan er tann sama, sum árið fyri, samstundis sum talið av ferðsluóhappum also er fallið.
Í fjør fingu 60 fólk skaða í ferðsluni, harav 2 doyðu av hesum.









