Veljarakanningin og JavnaÐArflokkurin
Jan Müller
Nú seinasta veljarakanningin gav Javnaðarflokkinum eina afturgongd í mun til seinastu kanning og tó eina lítla framgongd í mun til seinasta val hava vit spurt formannin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, um hetta ikki merkir, at hann sum formaður ikki hevur megnað andstøðulut sín nóg væl!
? Eg kann ikki bara svara fyri meg sjálvan men fyri alla tingmanningina. Haldi tvørturímóti, at hon hevur gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði hesa tingsetuna. Av teimum 18 málunum, sum eru løgd fram, eigur andstøðan eina helvt, og tað prógvar, at vit hava eina sera virkna andstøðu og eitt sera passivt landsstýri. Landsstýrið boðaði á ólavsøku frá, at tað skuldi koma fram við 59 málum fyri jól, og teir eru komnir til 8-9.
Formaður Javnaðarfloksins sigur orsøkina til hetta vera, at tað fær einki frá hondini av tí praktiska politikkinum, sum teir hava sett út í kortið. Jóannes Eidesgaard heldur tað tí ikki vera serliga rættvíst, at Sambandsflokkurin fær eina so markanta framgongd í mun til seinasta val, tá man hugsar um, at hann kanska ikki hevur verið so aktivur sum Javnaðarflokkurin.
Hann heldur annars, at tað vit serliga kunnu lesa úr seinastu veljarakanningini er polariseringin millum loysing og samband. ? Allir teir flokkar, ið liggja millum og hava loysnir, sum liggja ímillum, hava eitt sindur torførari við at markera seg. Men samanborið við ta sera truplu støðu Javnaðarflokkurin hevur verið í, tá hetta málið hevur verið frammi, má ein siga, at flokkurin liggur væl. Hann heldur fast við sína undirtøku og økir hana eitt sindur. Allar nátúrlógir skuldu sagt, at hann datt niðurímillum stólarnar. Men tað ger hann ikki. Tvørturímóti er hann eitt sera heitt evni fyri aðrar flokkar. Sambandsflokkurin er sera forliptur í Javnaðarflokkinum, og tað sær út til, at partar av samgonguni framvegis eru rættiliga áhugaðir í flokkinum. Og tað haldi eg alt í alt er ikki ein vánalig støða hjá flokkinum.
Blokkarnir
Jóannes Eidesgaard heldur viðmerkingarnar hjá Jóannesi Hansen, samfelagsfrøðingi til veljarakanningina vera sera áhugaverdar. ? Hann nevndi blokkskipaninar, tá tað ræður um viðurskiftini við Danmark. Vit hava ein loysingarblokk við Tjóðveldisflokki og Fólkaflokki og ein samríkjablokk við Sambandsflokki og Javnaðarflokki. Teir blokkarnir eru umleið líka stórir, og tí verða tað teir smærru flokkarnir, sum koma at avgera, hvør blokkur kemur til valdið. Tvs. at føroyskur politikkur er farin at líkjast donskum politikki, har teir radikalu kunnu avgera, um talan skal vera um eina borgarliga ella eina sosialdemokratiska stjórn.