Agnar Joensen hjá VÍF var sera vónbrotin, eftir at vestmenningur enn einaferð máttu lúta fyri StÍF í eini steypafinalu. Hann helt, at spælið var gott at kalla allan dystin, men móti endanum kiksaði.
- Vit spæla sera væl í 50 minuttir av dystinum, men síðstu 10 minuttirnar missa vit alt á gólvið. Eg haldi, at vit byrja at spæla ov sikkurt hesa løtuna. Vit blíva bangnir fyri at gera mistøk, og so missa vit tempo í okkara álopsspælið, og tí verður alt ov lætt hjá teimum at verja. Vit spæla eisini breitt allan dystin, og vengurnir koma sera væl frá dystinum. Serliga Regin á høgra vongi spældi ein góðan dyst, men síðstu 10 minuttirnar fáa vit slett ikki hesar við í spælið.
Agnar helt eisini, at tað helst var ein feilur at skifta Eli Müller út í seinna hálvleiki.
- Eli stendir ein fantastiskan dyst í málinum, og hann átti helst størstu ábyrgdina av, at vit høvdu vunnið okkum eina trygga leiðslu í fyrra hálvleiki. Í byrjanini av seinna hálvleiki velja vit at skifta hann út, og hetta er helst ein feilur. Ikki tí at Bárður spældi illa, men tá Eli stendir so væl, so skal hann bara vera í málinum.
- Nú hava vit enn einaferð tapt eina steypafinalu, so nú mugu vit royna at halda fokus á landskappingini. Hana mugu vit bara vinna nú, staðfesti ein sera skuffaður Agnar Joensen eftir ósigurin fyri strandingum.