Vit byggja onga fótbóltshøll enn á sinni

Tað er bara pláss fyri einari fótbóltshøll í Føroyum og hon kann bara vera í Havn

- Tað verður ikki tey fyrstu árini, at vit fara at byggja eina fótbóltshøll.

 

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um, hvussu neyðug ein fótbóltshøll er fyri at menna føroyskan fótbólt.

 

Spurningurin um at byggja eina fótbóltshøll hevur eisini verið frammi við jøvnum millumbili nú í fleiri ár.

 

Men enn er tað ikki komin longri enn til prátið.

 

Eisini í Tórshavnar Býráðið hevur verið tosað um eina fótbóltshøll.

 

Men heldur ikki í høvuðsstaðnum er hon komin – og hon kemur heldur ikki hesi fyrstu árini.

 

- Fyri einum 15 árum síðani bjóðaðu vit okkum fram at gera eina fótbóltshøll, eftir at Fótbóltssambandi hevði givið tilsøgn um stuðul til eina slíka høll.

 

- Men tá vórðu so nógv um boðið, tí brádliga vóru fleiri, sum vildu hava fótbóltshøll, og tískil tóku vit okkum aftur, sigur borgarstjórin í Havn.

 

Hann sigur, at nú hevur Tórshavnar Býráð sett sær fyri at fáa Tórsvøll lidnan. Í hesum sambandi verður hiti lagdur í sjálvan vøllin, samstundis sum at so mikið at takið skal leggjast útyvir, so at hann verður mestsum innilokaður.

 

- Tað arbeiðið fara vit nú at halda okkum til og sostatt fara vit ikki at hugsa um nakra fótbóltshøll tey fyrstu árini, sigur borgarstjórin í Havn.

 

Hann sigur annars, at Býráðið hevði longu staðsett høllina uppi við Ringvegin inn til Havnina, so at tað skuldi vera skjótt at koma til hana, bæði norðaneftir og úr Havnini.

 

- At eingin høll er komin enn, vísir bara, hvussu stórt tak tað er at gera eina slíka høll.

 

Heðin Mortensen er sannførdur um, at tað er bara pláss fyri einari slíkari høll í landinum.

 

- Og hon skal sjálvandi vera í Havn, tí eina slík høll kann ikki liggja langt úti á bygd, hon má vera har, fólkið er, staðfestir hann.

 

Hann sigur, at verður ein slík høll bygd, er tað einasta rætta at gera eina høll, sum kann brúkast til fótbólt, stórar konsertir og onnur stór tiltøk.

 

Sostatt skal hon hava pláss fyri 10.000 áskoðarum, og ein slík høll kostar einar 120-140 milliónir, sigur Heðin Mortensen.

 

Les og hoyr eisini viðkomandi greinar niðanfyri.