Avleiðingin av politikkinum hjá sitandi samgonguni er at einasti háttur at fíggja vælferðartænastur frameftir, verður at krevja ógvuslig brúkaragjøld - ella at skatta pensjónirnar einaferð enn.
Tað staðfestur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, í frágreiðingini, hann legði fyri flokstingið hjá flokkinum í morgun.
Hann sigur, at í løtuni brenna vit ljósið í báðum endum, og tey, sum eftir okkum koma, fara at rinda ein dýran prís fyri førda politikkin í dag.
Eitt, hann sipar til, er flatskattaskipanin hjá samgonguni, sum gevur teimum við høgum inntøkum nógv tann størsta skattalættan.
- Fyri at hetta ikki skal síggjast ov væl á landskassaroknskapinum, má samgongan taka meira pening inn frá fólki, men hon ger tað á ein hátt, so at tað ikki sæst og merkist beinanvegin.
Tí fór samgongan at brandskatta pensjónsinngjaldingarnar hjá tí meiniga fólkinum, ella hjá tí størru helvtini, sum ikki fær nakað burturúr flatskattinum.
- Vit taka nú 40% av fyrstu krónu frá øllum pensjónsinngjaldingum beinanvegin, og geva hesar pengar beinleiðis út til ta ovaru helvtina.
Høgni Hoydal sigur, at áður pensjónin skattað við ímillum 27 og 35%, tá hon varð goldin út, og frádráttir og annað í skattaskipanini hevði verið tikið við.
- Nú verða 40% tiknar inn beinanvegin, uttan nakran frádrátt og brúktar beinanvegin.
- Nú verður tað bara tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum og sum ikki hava serskattaskipanir, sum koma at gjalda allan skattin til okkara felags tænastur. Bæði hjá landi og kommunum. Tey lægri løntu gjalda nú og okkara børn, ommu- og abbabørn skulu gjalda alt seinni.
Uppaftur ógvusligari verður tað tá ið hugsað verður um, at tey næstu árini verða tvær skattaskipanir fyri pensjónsinngjøld galdandi.
Onnur er tann gamla skipanin har øll, sum hava goldið inn til pensjón, gjalda skatt, tá ið pensjónin verður útgoldin.
Og hin er tann nýggja skipaninm, har alt, sum verður goldið inn eftir nú, verður brandskattað og brúkt beinanvegin.
- Vit brenna altso ljósið í báðum endum, og tey, sum eftir okkum koma, fara at missa helvtina av hesum inntøkum, so hvørt tann gamla skipanin dettur burtur.
Samstundis er øll skattabyrðan løgd á tey, sum arbeiða, men tey, sum fara frá við eftirløn, rinda ikki skatt.
- Hetta er eitt ófatiligt rán og eg skilji ikki, at fakfeløgini ikki gjørdi meiri burtur úr at mótmæla, sigur Høgni Hoydal.
- Einasti háttur at fíggja vælferðartænastur frameftir, verður tá at krevja ógvuslig brúkaragjøld, ella at skatta pensjónirnar einaferð enn.
Høgni Hoydal sigur, at hetta klívur og spjaðir fólkið í samfelagnum.
- Tann størri helmingurin av fólkinum verður skuldartyngdur, kostnaðarstigið hækkar, brúkaragjøld, olja, avgjøld og renta tyngja og støðugt fleiri missa frælsið at virka og skapa og taka lut í samfelagnum á rímiliga jøvnum støði, sigur hann.
Hann sigur, at hetta hevur tikið grundarlagið undan arbeiðinum við eini nýggjari pensjónsskipan.
Tjóðveldi sigur, at ein pensjónsnýskapin skal byggja á tríggjar súlur, fólkapensjónina, Samhaldsfasta og eftirlønarskipanirnar á arbeiðsmarknaðinum og persónligu uppsparingina.
Men annars mælir flokkurin til, at Samhaldsfasti verður styrktur og verður høvuðsbulin í pensjónsnýskipanini.
- Á henda hátt ber til at fáa eina einfalda og rættvísa skipan til frama fyri alt fólkið í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Á myndini er tað Kristina Háfoss, Høgni Hoydal og Gunnvør Balle.









