Hvannasund: Fólkið í bygdunum báðumegin Hvannasund hava eisini merkt til økta ferðslu, eftir at Norðoyatunnilin lat upp.
Tey fegnast um møguleikan at sleppa úr bygdini og inn á meginøkið. Men áðrenn tey koma so langt, verða tey møtt av eini aðrari forðing: Tunlunum á Borðoynni.
Hesir tunlarnir eru ikki hóskandi til nútíðina, og tí eru tað mong sum hveppast við at skula koyra gjøgnum teir. Eisini fólk, sum búgva norðanfyri tunlarnar.
Hesin boðskapurin hoyrist eisini í Hvannasunds kommunu. Borgarstjórin, Júst Poulsen er ein teirra, sum hoyrir tað sama frá bygdarfólkinum.
- Fólkið her má síggja, at myndugleikarnir veruliga vilja gera nakað við ferðasambandið.
- Hendir einki við tunlunum, óttist eg snøgt sagt fyri, at tað verður trupult at fáa vøkstur í hetta økið í framtíðini, sigur hann.
Tá kann tað gera tað sama, um ein bæði hevur handil, væl útbygdan skúla, barnagarð og tøk grundøkir. Samferðslan er av allar størsta týdningi fyri fólkið!
Fólkatalið í minking
Fyri at veita borgarunum tær tænasturnar, sum nútíðin krevur, hevur kommunan sett sær fyri at tryggja teimum tey bestu korini sum nútíðin krevur.
Eitt av hesum málum er at fólk kunnu fáa møguleikan at búseta seg í kommununi, soleiðis at fólkatalið aftur kann menna seg.
Sambært einum yvirliti frá Hagstovuni hevur talið verið rættiliga skiftandi tey seinastu 20 árini – kanska í heldur lægra endanum beint í løtuni.
Fyri 20 árum síðani búðu 459 fólk í teimum fimm bygdunum í Hvannasunds kommunu, meðan talið í dag er nakað lægri, 431.
Hetta hevur kortini ikki hildið bygdaráðnum aftur, í at gera sítt til at fólk kunnu búseta seg. Eitt av hesum støðum er í Norðdepli, beint við skúlan á Fossánesi.
- Her verður í fyrstu syftu gjørt pláss fyri fýra grundøkjum, sigur Júst við Sosialin.
Fyrispurningar um øki
Tað eru kortini ikki øll, ið bert eru áhugað at byggja í Norðdepli. Fleiri hava somuleiðis áhuga í at búseta seg hinumegin sundið.
Í Hvannasundi eru eisini øki, sum kommunan eigur og sum eru væl hóskandi til sethús. Her kann kommunan eisini veita øki til tey byggihugaðu.
Kommunan fær við ávísum millumbilum fyrispurningar frá fólki úr økinum, og sum ætla at búseta seg her. Men tað er ikki altíð at tað verður til veruleika.
- Tað vísir seg tíverri ofta, at tá tað kemur til at fara undir bygging, eru fólk ikki eins seriøs, slær borgarstjórin fast.
Hann hevur eisini sína frágreiðing um, hví tað er so: Vánaliga ferðasambandið til Klaksvíkar.
Alt steðgar upp
Skulu fólk úr Hvannasundi til Klaksvíkar, er neyðugt hjá teimum at koyra gjøgnum teir báðar tunlarnar á Borðoynni.
Teir vórðu gjørdir í eini tíð, tá lítil ferðsla var – og serstakliga lítið av teirri tungu ferðsluni hesi árini miðskeiðis í 60’unum.
Í dag er munandi øðrvísi, og í dag eru hesir báðir tunlarnir ein stór og beinleiðis forðing fyri menning í økinum norðanfyri, tað er: í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.
- Ja, eg má bara siga sum tað er, at stórur vandi er fyri at alt steðgar upp her norðanfyri orsakað av tunnilssambandinum, sigur Júst.
Hann leggur dent á, at tey fingu lovað at í 2008 skuldi peningur verða settur av til nýggjan tunnil. Men tá hann hevur hugt uppskotið til fíggjarlóg ígjøgnum, sæst einki til nakra slíka játtan.
- Hetta eru vit sera vónbrotin av!
Fólk umhugsa at flyta – úr kommununi
Júst og mong onnur í Hvannasunds kommunu duga at síggja, at tunlarnir eru ein stór forðing fyri menning í økinum.
Tey sum byggja hús vita alt um, hvussu trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – tað er at fáa byggitilfarið úr Klaksvík og til økið, har húsini skulu byggjast.
- Og eg hoyri fólk her siga beinleiðis, at tey umhugsa at flyta aðrastaðni, um ikki okkurt ítøkiligt fer at henda í tunnilsmálinum.
- So tú skilir, at hetta er ein álvarsom støða, sigur Júst, ikki sørt harmur á málinum.
Ikki rópt ov hart
Hvannasunds kommuna hevur kortini ikki gjørt einki fyri at vísa myndugleikunum á hesa óhepnu gongdina og støðuna í dag.
Fyri fýra árum síðani vóru tey á fundi við Landsverk, har tey greiddu teimum frá støðuni og komu við einum uppskoti um, hvar ein nýggjur tunnil kundi liggja.
- Men hinvegin, vit hava kanska ikki rópt ov nógv upp um hetta málið. Eg trúgvi tó at myndugleikarnir kenna okkara umstøður, sigur borgarstjórin.
Vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm hevur eisini víst á, at tunnilin norðureftir skal hava høga raðfesting.
- Tað hava vit so trúð uppá. Nú vísir tað seg kanska, at vit hava verið ov góðtrúgvin.
Fólkatal í Hvannasunds kommunu
Hvannasunds kommuna fevnir um tær fimm bygdirnar: Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir og Múli.
Í summar búðu 431 fólk í kommununi, men annars hevur fólkatalið við ársbyrjan verið hetta:
1985: 459
1990: 492
1995: 457
2000: 441
2005: 449
Størsta bygdin er Hvannasund við 255, meðan Norðdepil hevur 166 íbúgvar.
Fimm eru skrásett á Norðtoftum, trý í Múla og tvey í Depli.
Tunnil Norður um Fjall
Hjá Landsverki verða í løtuni gjørdar kanningar fyri at avloysa Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin.
Í dag er støðan hon, at ymiskar loysnir til nýggja farleið hava verið viðgjørdar, og nakrar innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar og kostnyttukanningar eru gjørdar.Loysnin, sum arbeitt verður við víðari, er at gera nýggjar tunlar paralelt við verandi tunlar Norður um Fjall. Nýggju tunlarnir liggja nakað lægri.Í løtuni verða jarðfrøðiligar kanningar gjørdar, har nýggju tunlarnir eru planlagdir at vera. Nakrar kjarnuboringar verða gjørdar nú í oktober og november. Ein frágreiðingar um jarðfrøðina á staðnum verður klár í ár.