? Vit bíða eftir avkláring úr Føroyum


 

? Vit bíða, til politiska støðan í Føroyum er avklárað. Eg skilji á lagnum, at løgmaður er á veg til Føroya nú, og vit bíða bara til vit frætta nærri.

Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen, tá hann verður spurdur um viðmerkingar til broyttu politisku støðuna í Føroyum, nú fólkaatkvøðan 26. mai er avlýst.

Hann bíðar eisini eftir avgerð úr Føroyum, um landsstýrið vil aftur til samráðingarborðið, men stjórnin er altíð til dystin fús, sigur hann.

Spurdur um hann verður fegin, um landsstýrið nú vil samráðast um eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin, sigur hann:

? Um føroyska landsstýrið vil samráðast innan fyri ríkisfelagsskapin, so gera vit tað. Tað er nú upp til landsstýrið og løgtingið at gera av, hvussu føroyingar ætla at farast skal fram.

Poul Nyrup Rasmussen vísir greitt aftur, at hann skal hava framprovokerað støðuna í Føroyum við at siga, at føroyingar bara fáa fýra ára skiftistíð.

? Tað hevði verið skeivt av mær at komið aftan á eina møguliga fólkaatkvøðu og sagt, hvørjar treytirnar verða, sigur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.