HB spældi í kvøld 1-1 á útivølli móti Lincoln FC úr Gibraltar. Stóran part av dystinum var HB aftanfyri, men 20 minuttir fyri leiklok javnaði Levi Hanssen fyri HB. Hetta var samstundis eisini tað sætta málið hjá Levi Hanssen í evropeiskum fótbólti. Áður hevur hann skotið 2 mál í Europa League og nú 4 í Champions League.
Levi Hanssen sigur at teir í HB sita eftir við einari kenslu av, at teir kundu havt vunnið dystin.
- Vit sita eftir við eini kenslu av, at vit áttu at vunnið dystin. Vit høvdu fleiri stórar møguleikar og høvdu bóltin størsta partin av dystinum. Serliga í seinna hálvleiki vóru vit omaná.
- Men tá tú hugsar um, hvussu seint vit skorað tað útjavnandi málið í dystinum, kunnu vit loyva okkum at vera nøgdir.
Hava góðar vónir til seinna dystin
Levi Hanssen hevur góðar vónir um, at HB kann leika seg víðari, tá liðini aftur møtast á Tórsvølli í komandi viku.
- Nú kenna vit betur mótstøðuliðið og kunnu fyrireika okkum betur. Tað kemur at vera ein fyrimunur hjá okkum at spæla á heimavølli og eg haldi at vit hava góðan møguleika fyri at spæla okkum víðari í næstu rundu.
Seinni dysturin millum HB og Lincoln FC verður leiktur á Tórsvølli týskvøldið 8. juli.