? Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin royna báðir í hvør sínum leiri at skapa iva um, hvar Javnaðarflokkurin stendur í ríkisrættarliga spurninginum.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, í viðmerking til útsagnirnar hjá ávíkavist Edmundi Joensen og Høgna Hoydal í Sosialinum leygardagin.
Edmund Joensen segði seg hava fingið prógv fyri, at Javnaðarflokkurin er farin í part við samgonguni í fullveldismálinum, tá hann ikki atkvøddi fyri uppskoti Sambandsfloksins um vegleiðandi fólkaatkvøðu undan samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya.
Høgni Hoydal fegnaðist í sama blað um, at Edmund Joensen helt Javnaðarflokkin vera farnan í part við samgonguni, men vildi ikki svara spurninginum, um samband hevur verið millum samgonguna og Javnaðarflokkin í seinastuni í sambandi við, at tað í løtuni verður arbeitt við at gera samráðingaruppleggið, ið skal liggja sum grundarlag undir samráðingunum við donsku stjórnina.
Taktikkur
? Tá Høgni Hoydal ikki vil siga, um samband hevur verið millum samgonuna og Javnaðarflokkin meðan arbeitt hevur verið við samráðingarupplegginum, so kann eg siga tað. Tað hevur als einki samband verið.
Jóannes Eidesgaard heldur tað vera tvær orsøkir til, at Høgni Hoydal ikki vil siga, um samgongan hevur havt samband við Javnaðarflokkin ella ikki. Antin er orsøkin tann, at løgmaður hevur tikið málið í sínar egnu hendur, og Høgni Hoydal tískil ikki í løtuni veit, hvat fram er farið, ella roynir Høgni Hoydal at skapa gátuyføri um málið.
? Líkamikið hvat av hesum er orsøkin, so er orsøkin taktisk, og endamálið er at skapa iva um, hvar Javnaðarflokkurin í veruleikanum stendur í fullveldismálinum.
? Men okkara støða er greið, og tað hava vit meldað út fleiri ferðir. Vit taka undir við føroyskum sjálvræði, men tað skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin, slær formaður Javnaðarfloksins fast.
Fólkaatkvøðan ábyrgdarleys
Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at uppskotið frá Sambandsflokkinum um vegleiðandi fólkaatkvøðu undan samráðingunum við donsku stjórnina, var nakað skilagott uppskot. Hann vísir á, at fólk má hava nakað ítøkiligt at taka støðu til, áðrenn tey skulu taka støðu til nakað, og tí heldur hann, at tað hevði verið ábyrgdarleyst, um fólk skuldu tikið støðu við eina fólkaatkvøðu nú. Eftir hansara tykki er nevniliga einki at taka støðu til, fyrr enn samráðingar hava verið við donsku stjórnina.
Formaður Javnaðarfloksins vísir í sama viðfangi á, at landsstýrið sambært stýrisskipanarlógini hevur heimildir at samráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya. Somuleiðis hevur landsstýrið fingið hesa heimild frá frá løgtinginum.
? Eg haldi, at vit eiga at virða tær heimildir, ið landsstýrið hevur. Tí eiga vit ikki at taka støðu við eina fólkaatkvøðu nú. Vit eiga at lata landsstýrið fara til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðuna, og síðani eigur fólkið at taka støðu til samráðingarúrslitið.
Men til ber hjá andstøðuflokkunum at hava ávirkan á, hvat landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við stjórnina um, og verður hetta gjørt í næstum, tá løgmaður ætlar sær at tosa við flokkarnar og royna, um hann ikki klárar at fáa í lag eina breiða politiksa semju um samráðingaruppleggið.
Taka fegin móti fundarboðum
Hóast Jóannes Eidesgaard í dag vísir aftur, at Javnaðarflokkurin hevur havt samband við samgonguna meðan arbeitt hevur verið við samráðingarupplegginum, merkir hetta ikki, at Javnaðarflokkurin ikki fer á fund við samgonguna um fullveldismálið, um hetta stendur honum í boði.
? Fáa vit fundarboð frá samgonguni um at koma at viðgera samráðingaruppleggið, taka vit fegin ímóti. Men viðmerkjast skal beinan vegin, at vit eisini fegin taka ímóti fundarboðum frá Sambandsflokkinum, sigur formaður floksins.
Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at møguleikin fyri breiðari semju er størri nú, enn hann var beint eftir aðalorðaskiftið um Hvítubók. Hann heldur, at rákið hvørki hevur førkað seg nærri einari semju ella longur burtur frá einari semju. Tískil stendur møguleikin fyri einari breiðari semju enn opin. Men skal semjan fáast í lag, so má onkur av pørtunum førka seg, heldur hann.
Spurningurin er tískil, um Javnaðarflokkurin vil nærka seg ætlanum samgongunnar, men svarið frá Jóannesi Eidesgaard er, at Javnaðarflokkurin framvegis stedur fast við, at Føroyar skulu verða verðandi í ríkisfelagsskapi við Danmark.