Vit angra avgjørt onki

- Vit halda framvegis, at tað er rætt at vera við, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia

- Vit halda framvegis at tað er rætt at vit eru við til eitt slíkt tiltak, tí her kunnu vit fáa nógv at vita frá sera spennandi fyrilestrarhaldarum.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í demokratia.
Tað hevur loypt øði í mong, at ein almenn nevnd er við at betala fyri eitt tiltak á altjóða kvinnudegnum, saman við blaðnum Kvinnu. Tað kostar 1000 krónur at sleppa inn. Men tað ringasta er, at á tiltakinum skal eisini veljast ársins kvinna og har eru tvey valevni sum eru í uppskoti at verða ársins kvinna fyri teirra arbeiði fyri geva samkyndum innivist í grein 266 b.
- Vit eru við tí vit halda, at talan er um avbera spennandi fyrilestrarhaldarar, sum kunnu leggja nógv eftir seg og geva okkum nógvan íblástur til framhaldandi virksemi okkara.
- Tíverri er alt møguligt annað tengt upp í tiltakið og tað er harmiligt. Men vit eru einans við fyri at stuðla at fáa kendar fyrilestrarhaldarar hendavegin, sum veruliga hava flutt mørk.
- Tað kann útvega okkum vitan um, hvussu tey í øðrum norðurlondum hava borið seg at fyri at fáa verulig úrslit.
Kortini dylir Eyðgunn Samuelsen ikki fyri, at av tí, at tey eru fleiri partar, sum skipa fyri tiltakinum, hevur Demokratia ikki fingið alla skránna eftir teirra høvdið.
- Vit vildu hava tiltakið fyri nakrar dagar og vit vildu hava tað at vera ein leygardag. Men hetta er so úrslitið og vit halda framvegis, at tað er rætt at  vera við, tí fyrilestrarhaldararnir eru so góðir.
Annars vísir Eyðgunn Samuelsen á, at nevndin hevur verið samd í hesum máli, eins og hon hevur verið samd í øllum øðrum málum.
- Vit hava samtykt at vera við og eg veit onki um, at nøkur ósemja hevur verið, hvørki í hesum máli ella í nøkrum øðrum máli.
- Hon vísir eisini á, at verður øll játtanin til demokratia tald upp hetta seinasta hálvtannað árið, verður minni enn 1/10 partur av henni brúktur til hetta tiltakið.
- Tey flestu av okkara tiltøkum hava verið ókeypis og tað fara tey framvegis at verða. Men hesuferð halda vit, at tað er rætt at vera við, hóast tað er dýrt, tí hesir fyrilestrarhaldararnir kunnu veruliga leggja nakað eftir seg til framtíðar javnstøðuarbeiði her heima.
- Tað halda vit er sera týdningarmikið, eisini tí vit halda, at vit í hesum tiltaki kunnu røkka einum málbólki, sum vit kanska ikki røkka vanliga. Tað er hetta, vit hava raðfest og onki annað.
Annars veit eg onki um, at tosa verður um prís , tá ið onnur tiltøk eru, har mannfólk vanliga fylla hølini, leggur hon afturat. Tá verður heldur ikki tosað um, at tað er mitt í arbeiðstíð og at áhoyrarar sita við fullari, almennari løn.
- Tað er hugvekjandi, at tá ið talan er um kvinnutiltak, skal tað altíð verða ókeypis og í frítíðini. Men innast inni sigur tað kanska meiri um javnstøðuna her á landi, enn vit geva okkum far um, sigur forkvinnan í Demokratia.
 
Kendu ikki uppskotini
Annars leggur hon staðiliga dent á, at valið av ársins kvinnu er ikki nakað, sum Demokratia hevur nakað við at gera.
- Hetta er eitt mál, sum Kvinna hevur sett á skrá. Men tá ið vit gjørdu av at vera við, vistu vit ikki, hvør fór at vera í uppskoti og hví.
- Vit hava bara nakað við tann partin av skránni at gera, sum hevur við fyrilestrarnar at gera, tí vit vita væl, at 266 b er eitt stríðsmál og vit eru ópolitisk.
- Sjálvandi kann tað vera óheppið, at vit kanska verða tengd upp í valið av ársins kvinnu, men eg haldi, at tað er skeivt, tí grundgevingin fyri at vit eru við, er eina og aleina at hoyra nakrar fyrilestrar, sum kunnu flyta mørk. Og eg vil staðiliga mæla frá, at tengja okkum upp í restina av skránni.