- Røðan hjá løgmanni vísti væl ta gongd, ið vit hava upplivað. Vit lovaðu búskaparvøkstur og fólkavøkstur, men tey vóru fá, ið trúðu okkum tá. Men við fíggjarligum afturhaldni og flatskatti eydnaðist okkum at fremja tað. Eg trúgvi, at veljarin vil halda fast við hesa gongd, og ynskir ikki at eksperimentera við henni.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, í viðmerking til at løgmaður í dag hevur útskrivað nýval.
Jørgen Niclsen er sjálvur við gott mót, og førir fram, at Fólkaflokkurin hevur allar ætlanir um at sleppa aftur í samgongu.
- Vit fara at síggja hvussu politiska landslagið sær út aftaná 1. september, men vit eru við gott mót, og fara at reka eitt gott valstríð, ið fer at geva úrslit. Vit ætla okkum eisini aftur í samgongu. Tí við tí politikki, ið vit hava ført, verður tað stuttligt hjá næstu samgongu at smíða fíggjarlógina, nú yvirskot er á henni.