Vit ætla at klára tað, eingin hevur klárað fyrr

Hetta styrkir bæði okkum og føroyskan fótbólt

- Vit ætla at vera fyrsta føroyska lið sum kemur enn longri í Evropa.

Tað sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, nú tað er greitt, at besta liðið hjá felagnum hevur spælt seg víðari til annað umfar í Evropa League.

 

Har stendur Víkingur fyri eini stórari avbjóðing við tað, at teir skulu spæla ímóti norska liðnum, Tromsø.

 

Fyrri dysturin verður á Svangaskarði hósdagin og hin dysturin verður í Tromsø næst hósdag, tað er 24. juli.

Leygardagin var móttøka fyri spælarunum hjá Víkingi eftir at teir vóru afturkomnir úr Lettlandi.

 

- Tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri Víking, og fyri føroyskan fótbólt sum heild, at fýra lið spæla í Evropa í ár og at tvey lið koma víðari, heldur Brandur Jacobsen.

 

- Tað er við til at gera vart við føroyskan fótbólt og tað styrkir okkara sjálvsálit og tað skal vónandi síggjast aftur í føroysku kappingini. 

 

Summi hava eisini víst á tann fíggjarliga týdningin av hesum, men tað er ikki vist, at tann vinningurin verður so stórur.

 

- Leypir nakað av, er tað sjálvandi gott fyri felagið. Men tað standast eisini ógvuliga stórar útreiðslur at at spæla í Evropa. Hetta er háárstíð og vit skotbráið er stutt frá tí at vit vita, hvagar vit skulu at spæla, til dystirnir verða, so tað er ein dýr søga, sigur Brandur Jacobsen.

 

Hann sigur, at Víkingur fer í holt við Tromsø-uppgávuna við góðum treysti.

- Vit fara til dyst ímóti Tromsø við tí fyri eyga at spæla okkum víðari til triðja umfar í Evropa Leage sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð.

 

Tað er longu greitt, at Víkingur fer at leiga flogfar frá Atlantsflogi til dystin imóti Tromsø tann 24. juli.

 

Umframt hópin hjá Víkingi, er ætlanin eisini at fylla flogfarið við viðhaldsfólki, men alt tað verður kunnað um seinni, sigur Brandur Jacobsen.