Seint í gjárkvøldið bankaði á dyrnar í fleiri húsum kring høvuðsstaðin. Óvæntaðu gestirnir hetta hóskvøldið vóru ung fólk úr samkomuni Oasuni í Hoyvík, sum vóru komin á gátt hjá fólkum við smákakum og eini skrivaða heilsan.
Maria Skála, ið er partur av ungdómsleiðsluni í samkomuni, fortelur at tey ynskja at vísa fólki umsorgan.
- Vit kenna øll onkran, ið hevur mist, eru sjúk ella eru í einum keðiligum staði í lívinum. Nógv uppliva ella føla, at ongin er har fyri tey. Hetta er fyri at vísa teimum umsorgan.
- Harumframt hava ymiskar politikarar og onnur leiðandi fólk fingið eina heilsan frá okkum. Tey gera eitt stórt arbeiði fyri okkum øll, so vit ynskja bara at eggja teimum í teirra arbeiði.
- Nógv verða bilsin, tí tey eru ikki von við, at fólk bara koma við gávum til teirra. Fólk tykist at vera øgiliga glað fyri hetta.
Tað sást eisini aftur á Facebook í gjár, at tey ungu høvdu verið á vitjan hjá fólkum, og millum teirra, ið skrivaðu um vitjanina vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Ann Dahl Hansen, prestur, ið bæði fegnaðust um vitjanina.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey ungu í samkomuni vitja fólk við gávum. Seinastu fýra árini hava tey á hvørjum jólum vitja fleiri heim við jólapynti og øðrum.
Í ár avgjørdu tey, at víkja um virksemi, og eisini handa gávur í september mánað. Í gjárkvøldið savnaðust tey um seks tíðina á kvøldi í samkomuni, har tey fóru í holt við at baka. Tá tey so vóru liðug um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið, býttu tey seg upp í bólkar, ið vitjaðu ymisk heim.










