Vistu ikki av 6-mannaførunum

Í Havnar Róðrarfelag eru tey ørkymlað um støðuna, nú 6-mannafør við kvinnum kortini róðu

Kappróður

 

Á startlistanum, sum varð sendir miðlunum frá Róðrarsambandinum undan norðoyastevnuni, stóð bert eitt 6-mannafar við kvinnum á listanum. Nevnliga Gongurólvur. Reglurnar siga, at bátur, sum ikki ætlar at taka lut á FM-stevnu, skal frámeldast hjá Róðrarsambandinum, og tí má niðurstøðan vera, at tað bert var Gongurólvur, sum ikki hevði frámeldað bátin.

Og stóð tað til tey í Havnar Róðrarfelag, so varð róðurin av ongum. Kvinnurnar,s um annars høvdu ætlað sær at róð við Gongurólvi, vóru nevnliga farnar umborð aftur á Sílið, nú tær ikki høvdu nakran at kappast við, og sum so gekst hetta eftir ætlan, tá Sílið vann sín róður.

Hinvegin róðu 6-mannafør við kvinnum kortini. Jarnbardur var komin aftur á startlistan, og Gongurólvur varð hóast alt mannaður, og hóast blái báturin als ikki stóð á startlistanum, so kundu tey í Knørrafelagnum enn einaferð fegnast um gullmerki til kvinnumanningina.

- Nú er føroyskur kappróður vorðin eitt sjálvtøkuborð, har tú fert út á gøtuna í Havn at leita eftir fólki dagar fyri Fm-róður, fer til Klaksvíkar og kemur aftur við steypi og heiðursmerkjum um hálsin, verður millum annað sagt á heimasíðuni hjá Drekanum, har tey siga seg vera bæði vónbrotin og ørkymlað av støðuni, sum róðurin er komin í.

Og so kann leggjast afturat, at tíðirnar hjá 6-mannaførunum geva greiðar ábendingar um, at talan ikki var um manningar í serliga góðari venjing. Sammett við 5-mannafør við kvinnum var næstan ein minuttur á muni millum róðrarnar.