INNBROT
<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>
Tá arbeiðsfólk á Fiskavirking í Vestmanna mikumorgunin komu til arbeiðis, so nýttust teimum ikki lykil til skrivstovuna, tí hurðin stóð opin inn á skrivstovuna.
Hesum høvdu innbrotstjóvar syrgt fyri, tá teir brutu hurðina upp.
Tjóvarnir høvdu stjolið eitt sindur av peningi á skrivstovuni, men pengaskápið dugdu tjóvarnir ikki at lata upp.
Hinvegin dugdu teir at finna lykilin til kantinuna, har eitt sindur meira av peningi var.
- Tað kundi bent á, at tjóvarnir vistu, hvat teir leitaðu eftir, sigur Julian Olsen á Vestmanna Fiskavirking.
Tað var tó ikki tað heilt nógva av peningi, ið tjóvarnir fingu fyri ómakin. Einar 2.000 krónur fingu tjóvarnir við sær. Tað er tó ikki greitt, um talan var um ein tjóv ella fleiri tjóvar.
Annars er eingin nevniverdur skaði gjørdur, frættist út Vestmanna
Løgreglan í Vágum kannar í løtuni málið saman við kriminal løgregluni.