Visti ikki um trygging - fekk ikki barsilsútgjald

Kimberly Joy og Walther Thomassen Olsen fingu ein kvøkk, tá Kimberly brádliga gjørdist við barn í 2018. Walther hevði stutt fyri stovnað egna fyritøku og var ikki greiður yvir, at hann skuldi tekna trygging fyri at fáa barsilsgjald. Hóast lítla Emilia hevði kolikk, var einki annað at gera hjá Walther enn at vera verðandi til arbeiðis, meðan Kimberly var einsamøll við Emiliu.

Barsilsskipanin hevur serliga skipan fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Umframt vanliga barsilsgjaldið skulu sjálvstøðug vinnurekandi eisini tekna sær trygging hjá barsilsgrunninum, sum kostar 500 krónur um árið. Hendan tryggingin skal hava verið í gildið í eitt samanhangandi ár, áðrenn tú hevur rætt til útgjald.

 

Walther Thomassen Olsen visti einki um hesa tryggingina, tá hann fór undir at stovna fyritøku, og av somu grund hevði hann heldur ikki teknað sær trygging. Tað kom tí sum ein skelkur, tá Kimberly stutt eftir gjørdist við barn, og tey funnu útav, at Walther hevði ikki rætt til farloyvi.

Les meira um Kimberly og Walther í Sosialinum í dag.