Visti ikki at tilfarið varð sent víðari

Maðurin játtaði seg sekan í, at hava barnaporno á telduni, men segði seg ikki vitað, at tilfarið bleiv sent víðari.

Málið móti 63 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri varðveitslu og útbreiðslu av barnaporno, bleiv ikki liðugt viðgjørt í dag.

 

Tá løgreglan 4. desembur í 2014 kom á gátt hjá manninum, hevði hann 6.483 myndir og 14.554 filmsbrot av barnaporno á teldum og harddiskum heima hjá sær sjálvum. Myndirnar hevði hann heintað av internetinum síðani 1. mai 2007.

 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava deilt 412 myndir og 3.069 fimlsbrot víðari, síðani 31. januar 2014.

 

Á myndunum er bæði gentur og dreingir, heilt niður í smábarnaaldur. Onkrar av myndunum sýna børini nakin, onnur eru av seksuellum karakteri, meðan uppaftur onnur eru bólkað sum av serliga grovum slag. Allar myndirnar eru av børnum undir 18 ár.

 

Maðurin játtaði seg sekan í ákæruni um varðveitslu, men noktaði seg sekan í ákæruni um at hava deilt barnapornografiska tilfarið víðari.

 

Maðurin hevur nýtt eitt telduforrit, sum gevur honum atgongd til tilfar hjá øðrum brúkarum av sama forriti.

 

Við tað, maðurin játtaði at hava tilfarið, men noktaði fyri at hava sent tað víðari, hava avhoyrinini í dag í stóran mun snúð seg um at staðfesta, hvørt ákærdi visti, at tilfarið eisini bleiv sent víðari.

 

Sjálvur segði ákærdi, at hann ikki skilti, at tað, sum hann sjálvur heintaði niður, eisini kundi heintast av øðrum frá sínari teldu, men løgreglumenn bæði úr Danmark og Føroyum hava greitt frá, at tað eigur at vera brúkarum av forritinum púra greitt, at soleiðis er.

 

Tá løgreglan kom á staðið, var forritið eisini tendrað á telduni og 200 blivu heintaðar niður, eins og at 10 blivu sendar.

 

Málið verður tikið upp aftur fríggjamorgunin. Ikki er greitt, hvussu harða revsing, ákærin krevur, men talan er heilt víst um fongsulsrevsing.