Nevndarformaðurin í fjølmiðlafyritøkuni News Corp., James Murdoch, segði í dag, at hann visti ikki, at blaðið News of the World avlurtaði telefonina hjá fólki. Tað segði hann, tá hann var til avhoyringar í fjølmiðlanevndini hjá bretska parlamentinum í dag.
Colin Myler, fyrrverandi blaðstjóri á News of the World, og fyrrverandi løgfrøðiligi stjórin í felagnum, Tom Crone, hava fyrr greitt frá, at James Murdoch fekk at vita um telefonavlurtingina í 2008. Hann fekk eisini at vita, at fleiri av blaðfólkunum brúktu ta mannagongdina. Men tað avsannaði hann í dag. Hann segði, at tað, sum teir báðir fyrrverandi stjórarnir hava sagt, er ósatt.
James Murdoch og pápin, Rupert Murdoch, vóru til avhoyringar hjá bretsku parlamentsnevndini í summar. Tá helt James Murdoch uppá, at hann visti einki um telefonavlurtingina, og í dag segði hann, at hann stendur við tað, sum hann segði tá.