- Tað ráddi bara um at vera klárur og taka av, tá møguleikin var har. Eingin umbering kundi brúkast í so máta.
Málini hjá tær punkteraðu meira ella minni dystin. Vistu tit, at sigurin var heima tá?
- Ja, tað haldi eg. Tú hoyrir áskoðararnar og tú sært máltalvuna, sum sigur, at bara tveir minuttir eru eftir. Tá vistu vit, at steypið var heima, tí StÍF hevði ongan møguleika at skora somiki nógv upp á somikið stutta tíð, segði ein ovurfegin Hanus Johansen.