Fótbóltur
Annan landsdystin á rað skoraði Rógvi Jacobsen, og tað er nærum so, at skulu Føroyar hava eitt mál, so skal hetta koma frá loftsterka klaksvíkinginum. Og hóast hann ikki vildi siga, at aðrir spælarar ikki duga at skora, so helt Rógvi, at tað bara hevur riggað heilt væl.
- Serliga haldi eg, at eg fái gott pláss, tá eg sleppi at spæla ímillum miðvøll og álop.
- Hesa ferð minnist eg ikki rættiliga, hvussu alt uppspælið til málið kom. Men vit koma so upp í høgru, har tað endar við, at Atli sendir mær ein góðan bólt innfyri.
Og visti tú alt fyri eitt, at hasin bólturin sat?
- Tá eg síggi, hvussu kósin á bóltinum er, ivist eg ikki. Eg veit, at málverjin ikki sleppur heilt harút, og tí byrji eg at jubla alt fyri eitt.
Tá málið kemur eru framvegis 10 minuttir eftir. Byrjar tú tá sum spælari at trúgva upp á tí heilt stóru sensatiónina?
- Tað hugsaði eg alla tíðina. Og fingu vit eitt mál afturat, so var tað heilt ótrúligt. Tað var eisini um reppið, at vit fingu tað, men hóast tað gjørdist til enn eitt tepurt tap, so kundu vit avgjørt fara av vøllinum við røttum ryggi.
Við avrikunum í Georgia og nú leygardagin í huga. Heldur tú so, at tit eru í ferð við at endurskapað álitið og vónirnar til landsliðið?
- Avgjørt. Í fjør taptu vit fleiri ferðir stórt, og tað rakar eisini sjálvsálitið hjá okkum sum spælarar. Dysturin í dag prógvaði, at vit eru á rættari kós, og sjálvur ivist eg ikki í, at vit koma at fáa eitt fínt landslið við hesum spælarunum, sum nú eru til taks.