Vegarbeiði
Byggifyritøkan Byggitek hevur í nakrar mánaðir staðið fyri vegarbeiði í Havnardali sunnanfyri Norðasta Horn.
Vegumstøðurnar úr Havn til Kirkjubøar, Velbastaðar og Gomlu Rætt kundu sum flestum kunnugt verið betri, og tískil er brúk fyri betri vegi og harvið betri koyriumstøðum.
Ikki greitt nær arbeiðið er liðugt
Sambært Byggitek er ikki greitt, nær vegarbeiðið verður liðugt, og nær nýggi vegurin sostatt kann verða tikin í nýtslu. Eingin føst tíðarætlan við ávísum dato er sett, og tískil kann ikki sigast, nær koyrandi verður á størri, nýggjari og breiðari vegi.
Byggitek sigur tó, at væntandi verður vegurin ikki tikin í nýtslu fyrr enn einaferð í næsta ár.
Bóndin hava gamla vegin
Tá nýggi vegurin verður tikin í nýtslu, verður sjálvsagt óneyðugt hjá ferðandi at nýta gamla, núverandi vegin, men onkur fær tó nyttu av vegnum.
Bóndin hevur haga og kríatúr at røkta, og tískil verður vegurin enn ein nytta hjá honum í dagliga yrki sínum.
Mynd: Ikki er greitt, nær vegarbeiðið í Havnardali verður liðugt, men sambært Byggitek verður tað einaferð í næsta ár