Óvist um Tjóðveldið er samt um undirsjóvartunlar

Forkvinnan í Tjóðveldinum á tingi heldur ikki, at tað er rætt at raðfesta undirsjóvartunnil í Sandoynna so frammaliga, sum summir politikarar krevja

Tað kann als ikki útihýsast at onkrir limir í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum ikki taka undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum hjá samgonguni.

Tað staðfestir Bergtóra Høgnadóttir Joensen, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum.

Men hon leggur dent á, at enn hevur tingmanningin hjá Tjóðveldinum ikki havt høvi at viðgera málið á fundi, tí summarferia er og fólk er spjadd í allar ættir.

Hon hevur tó varhugan av, at summir tinglimir eru ivingarsamir.

- Eg kann ikki útihýsa, at tað eru onkrir limir í tjóðveldinum á tingi, sum ikki taka undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.

Men av tí, at flokkurin ikki hevur viðgjørt spurningin, er tað ov tíðliga hvørja støðu flokkurin fer at taka.

Sjálv væntar hon, at Sandoyartunnilin einaferð gerst veruleiki og hon skilir eisini fullvæl, at sandoyingar eru altráðir eftir at fáa hann gjørdan.

- Men fyri meg og fyri Tjóðveldið hevur tað alstóran týdning, at allar útbyggingar hvíla á tryggari, búskaparligari grund og tí haldi eg eisini, at tað er rætt, at samgongan ikki vil binda seg til eina ávísa dag fyri, nær farast skal undir tunnilin.

- Sum búskaparliga støðan er í løtuni, taki eg heldur ikki undir við, at ein ávís dagseting verður sett á, sigur Bergtóra Høgnadóttir.

Hon sigur, at sjálv má hon viðganga, at sum støðan er nú, er ein Sandoyartunnil ikki tað, sum liggur fremst í hennara hugaheimi.

- Stendur tað til mín, verður Sandoyartunnilin ikki raðfestir beint nú, tí samfelagið hevur stórar avbjóðingar at loysa. Eitt nú høgar oljuprísir, niðurpíndar fiskastovnar, lágar fiskaprísir, heilsuverk, gransking, mentan og umhvørvi, fyri at nevna nøkur stórmál, sum hendan samgongan eigur at raðfesta frammanfyri ein undirsjóvartunnil í Sandoynna.

- Tað eru so nógv onnur mál sum nú mugu takast fram í politiska kjakinum.

- Vit noyðast at fyrihalda okkum til tann búskaparliga veruleika, vit liva í, tí hevur tað størstan týdning, at vit útbyggja samfelagið á skynsamari, fíggjarligari grund, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. 

Les eisini greinina "Gerhard hevur krav upp á svar".