Leiðslan í Rúsuni veit enn ikki, um handlarnir lata aftur, skuldi tað endað við verkfalli Samráðingarnar hjá Starvsmannafelagnum og hinum stóru fakfeløgunum eru slitnaðar, og møguleikin fyri verkfalli er størri.
Ein stórur partur av starvsfólkunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins er limur í Starvsmannafelagnum, men Elsa Maria Olsen, stjóri veit enn ikki, um handlarnir kunnu hava opið undir verkfalli.
Nøkur starvsfólk eru limir í øðrum feløgum, og leiðslan roynir nú at finna eina loysn, so partar av virkseminum kunnu halda fram hóast verkfall.