Hóast lundin er sera illa fyri, er tað ikki vist, at hann verður friðaður.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur spurt hann um ætlanin er at seta tiltøk í verk fyri at bjarga lundastovninu eftir at kanninar hava víst, at hann er fyri rættiligum hóttafalli.
Jacob Vestergaard ásannar, at lundin er so illa fyri, at at tað er neyðugt at avmarka lundaveiðina.
- Fáar pisur eru komnar undan seinastu átta árini, og tí verður tað bert búfuglur og lundi eldri enn átt ár, ið verður
fleygaður, staðfestir hann.
- Tí er neyðugt at vera fyrivarin og avmarka veiðina næstu árini.
Hinvegin er ikki greitt, hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at verja lundan, tí Jacob Vestergaard ger greitt, at enn hevur hann ikki gjørt av um hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at friða lundan heilt í eitt tíðarskeið.










