Tá HB seinasta heyst vann FM heitið í kvinnudeildini, kundu leikararnir fegnast um, at tær samstundis høvdu vunnið sær atgongd til eina kapping har bestu kvinnuliðini í norðanlondum skuldu luttaka.
Annað at gera
Ætlanin var nevnliga, at meistararnir úr øllum norðanlondum skuldu luttaka í kappingini, sum eftir ætlan skuldi fara av barkastokki um páskirnar.
Nú er tó óvist, um hetta verður til nakað, og í hvussu so er tykist tað ikki vera sannlíkt, at kappingin verður um páskirnar.
Úr FSF frætta vit frá Ísak Mikladal, aðalskrivara, at orsøkin til hetta er, at um somu tíð, sum NM kappingin ætlandi skuldi vera, verður kapping fyri U-landslið hildin í Týsklandi, og at fleiri av londunum tískil hava gjørt vart við, at tað liggur illa fyri at leikarar úr bestu feløgunum skulu vera upptiknir av øðrum uppgávum.
Serliga eru tað finnar, danir og sviar, sum hava gjørt vart við trupulleikan, men síðani hava finnarnir slakað eitt sindur, við tað at teir tykjast vera sinnaðir fyri at finna eina aðra loysn. Sviar og danir tykjast hinvegin ikki at hava nakað ímóti, at kappingin verður avlýst, og tískil hongur alt hetta nú í einum klønum tráð.
Ov skjótir at avlýsa
Ísak Mikladal sigur víðari, at eftir hansara tykki tykjast hesi londini at hava dekan ov góðan hug til at avlýsa kappingina, ið sum kunnugt eisini varð avlýst seinasta ár.
FSF roynir tó kortini at finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva við, soleiðis at kappingin kann verða hildin. T.d. kundi ein møguleiki verið, at næst- ella triðbesta liðið í landinum luttekur, um so er, at tað ikki liggur fyri hjá besta liðnum.
Sum skilst á lagnum, so eru íslendingar og normenn eisini fyri at finna eina loysn, so enn eru allar vónir ikki sleptar, hóast útlitini kanska tykjast í so døpur í løtuni.
Stórt bakkast
Fyri føroyskan kvinnufótbólt má tað í øllum førum metast sum eitt stórt bakkast, um so er, at kappingin verður av ongum.
Seinastu tíðina hevur javnan verið havt á munni, at avbjóðingarnar hjá kvinnuligu leikarunum eru alt ov fáar, við tað at einki A-landslið er hjá kvinnunum. Fellur henda avbjoðingin eisini burtur, er so at siga einasta gularótin horvin, og tá kann gerast torført at ímynda sær, hvussu kvinnufótbólturin skal kunna halda fram.
Seinasta ár sóu vit jú, at kappingin í 1. deild gjørdist álík einum glæntrileiki, har tað at enda einans vóru fýra lið, og skiftust hesi so um at hava frí okkurt vikuskifti og spæla dyst okkurt annað vikuskifti.